Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Tíðindi

Altjóða Lions lega á Kambsdali

Lagt út av tann 09/07/2007 – 16:17

Í  hesum døgum eru 19 ung fólk úr 13 londum savnað á legu í skótahúsinum á Kambsdali. Talan er um eina altjóða ungdómslegu, sum Lions Club skipar fyri.

Luttakararnir  eru í aldrinum 17-25 ár og koma úr Mexiko, Kanada, Turkalandi, Estlandi, Litava, Ukraina, Italia, Spania, Hollandi, Ísrael og Danmark.
Ein føroyingur luttekur.Í ár er tað Lions Club í Eysturoy, sum stendur fyri tiltakinum, men aðrir Lions felagsskapir í Føroyum hjálpa eisini til. Útlendsku  gestirnir komu til Føroya leygardagin fyri viku síðani. Fyrstu vikuna búðu teir hjá føroyskum familjum í Eysturoynni, og síðani leygardagin hevur skótahúsið á Kambsdali verið karmur um leguna. Eisini hava tey havt høvið at ferðast kring oyggjarnar,har ymiskar útferðir hava verið gjørdar.

Legan heldur fram til tann 21. juli, tá útlendsku gestirnir fara avstað aftur.

 

[09.07.2007 – Jóhan Heri Joensen]