FlowerPower

FlowerPower  Spæla til dans í Mentanarhúsinum
Leygarkvøldi tann 22. septembur kl. 23.00.

18 ára aldursmark.
Kostnaður kr. 120,-

Bólkurin  er mannaður við 2 limum úr Absurdy Fair, Magnus Jacobsen og Jónsveini Eliasen. ávikavíst gittar&sang og Hammond orgul&kór. Jákup Olsen frá Kíkum á bassi og Kaj Johannesen frá Moirae og Taxi á trummunum&sang.

Flower  Power spæla dansitónleik frá 60 og 70´unum. Procol Harum, 10CC, Pilot, Beatles, Elton John, Eric Clapton, Shadows og mongum øðrum bólkum frá hesum tíðarskeiðnum.

Mentanarhúsið er stak væl egnað til eitt gott dansikvøld, av tí at karmarnir eru so sera væl egnaðir til báði tónleikararnar og dansifólkið. Til ber eisini at sita á ovara parti og njóta ljómin frá orkestrinum og skoða tey svingandi pørini.

Fyriskiparar: Høvdavirkið – Kaj Johannessen & Mentanarhúsanevndin

 

[19.09.2007 – Jóhan Heri Joensen]