Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Featured, Kunning, Mentanarhúsið, Tíðindi, Tónleikur, Útvald

Útgávukonsert í Mentanarhúsinum

Lagt út av tann 28/04/2013 – 17:00

Gudrun og BartalGuðrun & Bartal góvu út nýggja fløgu tann 5. apríl í ár, ið kallast “Vónin er”, og í tí sambandi, verður stórsligin útgávukonsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði sunnukvøldið tann 28. apríl kl. 20.00.

Guðrun & Bartal møta upp við sera góðum tónleikarum aftrat sær hetta kvøldið, og tey eru:

Benjamin Petersen, Mikael Blak, Petur Háberg, Per I. Højgaard, Unn Patursson, Pætur á Borg og Bogi á Borg.

Atgongumerki kunnu einans keypast við dyrnar, og kostnaðurin fyri konsertina er 120,-