Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Kunning, Mentan, Tíðindi

Kvøldseta um Haraldsen og Piddasa handil.

Lagt út av tann 26/04/2013 – 13:18

Signar á BrúnniÆtlanin var at hava næstu kvøldsetu um Haraldsen og Piddasa handil í gomlum døgum, mánakvøldið 29. apríl. Men tíverri barst onkrum frá, ið vit ikki kunna verða fyri uttan.
Havi sett mær so fyri at hava hana um hálvan mai, t.d. 15. mai, ið er eitt mikukvøld.
Sum longu nevnt, so fer evnið at snúgva seg um gamla handilin hjá Haraldsen og gamla Piddasa handil.
Tey, ið har starvaðust, fara at siga frá.

Harumframt er ætlanin at lýsa enska dansin í Fuglafirði í gomlum døgum. Nøkur av teimum, ið tá dansaðu, fara at dansa fyri okkum og lýsa gomlu dansitíðina.
Kvøldsetan við “smiðjumonnunum” og “bedingsmonnunum” eydnaðist sera væl, væl yvir 100 fólk vóru møtt.
Komandi kvøldseta verður ikki minni áhugaverd, nú kvinnurnar, ið starvaðust hjá Haraldsen og í Piddasa handli, saman við teimum trimum býdreingjunum, fara at siga frá.

Blíðar heilsanir

Signar á Brúnni