Nýggjur barnagarður á Kambsdali

Mánadagin 2. juni varð byrjað at grava út fyri nýggja barnagarðinum, sum ætlandi skal standa heilt liðugur á vári 2010.

Tað eru Fuglø arkitektar, ið hava teknað.
Væntandi kemur bygningurin at kosta 24 mill.

Rúm verður fyri 78 børnum. 3 barnagarðsstovur til 18 børn og 2 vøggustovur til 12 børn vera á stovninum
Bruttogólvvíddin verður 1200 m2.
Stórarbeiðstøkuna hevur Heildarverk SP/F úr Fuglafirði um hendi.

Barnagarðurin kemur at verða granni til Skótahúsið á Kambsdali og Sparkivøllin.

Verðandi  høvuðsstøð fyri barnaansing er sjálvur barnagarðurin sum bygdur varð í 80unum. Tað varð ikki sørt av rumbli táið hesin stovnur varð bygdur. Topppolittikarar  úr Tórshavn vóru boðsendir, og mótmælisfundur var í fimleikarhøllini. Í dag rokni eg við, at flest øll ikki skilja hettar tápuliga mótmalisshow.

Barnagarðurin  er ein av bygningunum sum vit eiga at vera stolt av. Hann er eitt prýi í býnum, og so røkir hann eisini eina sera týðandi uppgávu.

Børnini sum eru í dagrøkt nýta eisini skótahúsið inni í Fuglafirði sum eitt felagshús. Har tey samlast ávísar dagar í vikuni.

Skótahúsið á Kambsdali verður nýtt til frítíðarskúlan. At komandi barnagarður er granni til verðandi frítíðarskúla, kann metast at vera ein góð loysn.

At  kommunan nú fer í holt við at loysa ansingartørvin er bert at fegnast um, Barnagarðurin inni í Fuglafirði hevur nú í nógv ár verið alt ov lítil.

 

[05.06.2008 – Jóhan Heri Joensen]