Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Kommunalt

Tulipanir

Lagt út av tann 14/07/2008 – 20:23

 

 

 

 

Í  løtuni standa flestu plantur í besta blóma. Tær fríðkað um og fáa bæði sál og sinni í gott lag, teir nógvu vøkru litirnir og ymisku formarnir, sum eisini seta ymiskar fortreytir til jørð, vætu, veður og umstøður annars, vísa á, at nú er summar.

Spírandi lívið í bø og haga, prógvar enn einaferð hvussu fjøllbroytt og fantastiskt skapanarverkið er.

Tað er okkara ábyrgd, at fara væl um, soleiðis, at okkara eftirkomarar eisini skulu fáa loyvið til at njótað vøkru náttúruna.

Sjálvt  um summarið er hássongin hjá blómuplantunum, so eru tað tó summar blómur, sum bróta seg upp ígjøgnum kavan tíðliga á várinum. Nakrar av teimum litríku eru eisini várblómur.

Best kendu eru vist Vetrarklokkur og Krokusar, Tulipanir og Valmuir.

Várvindarnir  kunnu verða harðir móti hesum blómum, men vit eiga eisini at hava í tonkunum, at Føroyar eru heldur ikki verðuligi heimstaður teirra, hesar blómur kunnu bert trívast her á landi um vit verðuliga hjúkla um tær.

Viðfestar eru nakrar myndir av várblómunum, sum plantaðar eru ymsastaðni í býnum.

[14.07.2008 – Jóhan Heri Joensen]