Heilárs svimjarar

Vit  hava júst í hesum døgum fingið ein 3 faldan Europameistara í svimjing. Vit eiga sum føroyingar at vera stolt av avrikinum, og ynskja til lukku.

Her  í Fuglafirði eru vit eisini gott við, vit hava góðar svimjarar, sum eisini kunnu náa langt um vilji og umstøður eru eftir forskriftunum.

Í hesi greinini er tað tó á einum heilt øðrum støði vit vilja lýsa svimjing.

Seinastu árini hava vit lagt til merkis 2 damur sum við sjógv á bak uppá klokkuslett hava sett stevnu á sandinum.
Vetur og summar, um sólin stendur hægst á himli ella hávetur er, ja sjálvt run í sjónum heldur teimum ikki aftur.

Kvinnurnar  eru Ása Danielsen og Birgit Reinert Petersen, tær hava í langa tíð svomið á sandinum summar og vetur. Tað eru bert fáir dagar sum ikki verður farið útí, og tað er táið brimið stendur í neystahurðarnar og tað ikki er ráðiligt at leggja á bláman.

Ása sigur, at hon hevði  svomið á sjónum í fleiri ár, táið hon flutti til Fuglafjarðar fyri nøkrum árum síðani, men nú varð Birgit eisini komin við, og tað gjørdi tað bert meira hugaligt.

Sjálvt teir dagarnir Birgit er á boripalli í Norðsjónum, leggur Ása eisini á bláman, tá plagar maðurin Richard at koma oman á sandin við.

Henda dagin eg tók myndirnar varð ein av nøkunlunda góðu døgunum í summar, men norðanættin lá køld oman av Skarðinum. Eg tók myndirnar í góðum heitum jakka, meðan havfríðnar spældu sær á sundi.

Ein góðan svimjitúr tóku tær. Uppafturkomnar fekk eg eitt prát við tær, men sum Ása segði: Fyrst í eg byrjaði at svimja hevði eg ikki troysta mær at staði her á sandinum eftir svimjitúrin og práta, men í dag varð tað eingin trupuleiki.

Grindamenn  (fult ílætnir) hava kent kuldan á sjónum, og tað vælverðu sum kennist at koma í heita brúsu aftaná. Eg  skilji kærkomna adrenalinsjokkið sum tær báðar fáa á hesum svimjitúri – og so sigst eisini, at tað skal vera gott fyri heilsuna.

Eg spurdi tær ikki, men eg eri griður yvir, at um onnur hava hug til at verða við so er eisini pláss fyri fleiri.

Her eru tær klárar at fara útí.

Eingin trupuleiki. Leggja á bláman uttan himpr.

Svimja sum selir á sundi.

Tó ikki longur út enn ráðiligt er.

Inni aftur, og hava fast undir fóti.

Partur av dagsverkinum er lokið.

Skift verður í einum tómum neystið.

 

[07.08.2008 – Jóhan Heri Joensen]