Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Kommunalt, Skúli og barnaansing, Tíðindi

Skúlabarnaflutningur

Lagt út av tann 12/10/2008 – 09:51

Í Fuglafirði er fyri tað mesta stuttur vegur í skúla, so flestu børn ganga í skúla.

Á  Hellunum hevur verið nøktandi skúlabarnaflutningur, men børnini á Kambsdali fáa ikki tann flutning sum eitt  framkomið samfelag eigur at bjóða borgarum sínum.

Hetta  er so fyrsta greinin sum skrivað verður fyri ein borgara í kommununi. Borgarin fær loyvi til at verða dulnevndur, men vit átaka okkum alla ábyrgd av innihaldinum.

Býráðið, undan tí sum nú situr, skipaði  fyri eini bussleið millum Kambsdal og Fuglafjørð – henda bussleið varð eitt sambindingarlið millum býðarpartarnar báar. Skúlabarnaflutningurin varð fyrimyndarligur, foreldur kundu trygt senda børn síni í skúla.

Sitandi  samgonga vildi spara, so peningurin kundi brúkast á annan hátt, henda frálíka bussruta varð skerd burtur, við tí úrsliti, at foreldur ikki kenna seg trygg longur. Flutningurin er nú vorðin heldur tilvildarligur. Til dømis hevur skúlastjórin verið noyddur at givið lærarunum loyvið til at lova børnunum á Kambsdali 10 minuttir fyrr av stað, fyri at tey skulu náa almennu bussrutuna.

Kunnu vit við góðari samvitsku góðtaka, at tímarnir hjá børnunum skulu verða skerdir bert fyri at tey skulu passa seg til almenna bussflutningin?

Í Tórshavn er allur bussflutningur kostnaðarfríður.
Í Fuglafirði klípa vit av tí servicu vit veita yngstu borgarum – er henda ger sømilig?
Eiga vit framhaldandi at góðtaka hesa vanvirðiligu framferð?

Hvussu skal tað verða – aftur her eitt prógv uppá hvussu sitandi býráð vanvirðir grundarlagi í samfelagnum – BØRNINI.

NB:
Allir 9 sitandi býráðslimir eiga sína ábyrgd í hesum málið – inntil vit alment hava fingið annað at vita.

 

[12.10.2008 – Jóhan Heri Joensen]