Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Skúli og barnaansing, Tíðindi, Útvald

Bert lærarar skulu undirvísa í fólkaskúlanum

Lagt út av tann 17/08/2011 – 08:00

Sjálvstýrisflokkurin vil loyva øðrum enn lærarum at undirvísa í fólkaskúlanum, men hesum vísir Lærarafelagið aftur

Føroya Lærarafelag fer undir ongum umstøðum at góðtaka, at tað verður lóggivið fyri, at onnur enn fólk við læraraútbúgving sleppa at undirvísa í fólkaskúlanum.
Tað staðfestir Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag.
Kári á Rógvi í Sjálvstýrisflokkinum hevur lagt uppskot til samtyktar fyri tingið um at endurskoða fólkaskúlalógina. Kári á Rógvi mælir til at avtaka einkarrættin hjá lærarum at starvast í fólkaskúlanum. Hann heldur, at fólk, sum hava aðrar viðkomandi, fakligar førleikar, skulu eisini sleppa framat.
Men hetta góðtekur Lærarafelagið ikki.
Herálvur Jacobsen,  formaður, sigur við Útvarpið, at sjálvandi kunnu eitt nú vinnulívsfólk ella listafólk sleppa inn í skúlan eitt ávíst tíðarskeið. Men sjálvari undirvísingini eiga og skulu lærarar standa fyri, tí teir eru útbúnir til tess, sigur hann.