Hví er tað gott at búgva í Føroyum?

Unga Tjóðveldið skipar í tíðarskeiðinum 15.08.2011 til 15.09.2011 fyri eini temakapping fyri listarligar ungdómar

Ert tú 15 – 25 ár?
Tekst tú við filmslist, tónlist ella kanska myndlist?
So er tað tær við sóknast eftir!

Unga Tjóðveldið skipar í tíðarskeiðinum 15.08.2011 til 15.09.2011 fyri eini temakapping fyri listarligar ungdómar
Tað einasta tú skalt gera, er at senda okkum eitt listaverk, tað verið seg ein film, ein málning ein sang ella eina yrking.

Einasta treytin er at verkið lýsir yvirskriftina.

Vinnarin verður valdur av okkara prominentu listanevnd, ið er mannað av ongum minni enn:

Teiti Lassen
Carl Johan Jensen
Henry á Fríðriksmørk Borðoy
Sakarisi Fríða Stórá

Trý tey bestu avrikini verða sjálvandi heiðrað við niðanfyristandandi vinningum.
1. Vinningur
Uppliving fyri tvey frá 7Adventures
2. Vinningur
Túrur fyri tvey til Vestmannabjørgini við Silju Star
3. Vinningur
Troyggja frá Guðrun&Guðrun

Listaverk skula sendast til: Unga Tjóðveldið, Postsmoga 143, FO 110 Tórshavn, ella á [email protected]

Vinnararnir vera kunngjørdir stutt eftir lokna kapping.