Brúksskilda

Undirritaðu løgtingsfólk ásanna, at tann árliga, politiska ásetingin av fiskidøgum skapar ótryggleika í vinnuni, og als ikki er kveikjandi fyri virkishugin.

Tá dagatalið verður skert, er tað hjá mongum skipum bert sokallað “luft” ið verður skorin burtur, meðan tað hjá øðrum eru effektivir dagar, ið tey missa.

Vit eru tí samd um, at ein skipan við brúksskyldu skal setast í verk fyri komandi fiskiár, soleiðis at tillutaðir, men óbrúktir dagar hjá einum skipi falla aftur til landið.

Teir dagar, ið á hendan hátt falla aftur til landið, kunnu antin

1) takast úr skipanini (t.e. at verður veiðtrýstið linkað, eru tað fyrst og fremst hesir dagar, ið verða tiknir burtur),
2) seljast skipum, ið hava tørv á teimum,
3) latast skipum, ið hava tørv á teimum.

Tá og um dagatalið verður hækkað, skal eisini bera til gera tað umvegis hesa skipan.

Endamálið við hesi skipan er, at mest effektivu skipini ikki verða rakt, um dagatalið verður lækkað í framtíðini, men at tey tvørturímóti kunnu vaksa munandi um sítt dagatal, og harvið fáa grundarlag fyri nógv betri rakstri, enn tey hava í dag.

Landstýrismaðurin hevur givið okkum tilsøgn um, at hann sum skjótast fer at leggja fyri tingið eitt lógaruppskot við hesum endamáli, soleiðis at lógin kann fáa gildi samstundis sum broytingarnar í lógini um vinnuligan fiskiskap, og skipanin sostatt kann fara at virka frá komandi fiskiári.

Tað er í áliti á, at landsstýrismaðurin ger hetta, at vit í dag taka undir við uppskoti landsstýrisins um broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap.

Á Føroya Løgtingið 17. august 2011

Magni Laksáfoss    Edmund Joensen    Helgi Abrahamsen    Poul Michelsen

Sjúrður Skaale    Tórbjørn Jacobsen    Bjørt Samuelsen    Høgni Hoydal

Annita á Fríðriksmørk     Bergtóra H. Joensen    Hergeir Nielsen    Andrias Petersen

Hans Pauli Strøm     Jóannes Eidesgaard    Eyðgunn Samuelsen    Kári á Rógvi

Katrin Dahl Jacobsen