1,4 mió. til alternativa orku

Innlendismálaráðið: John Johannessen, landsstýrismaður í umhvørvismálum, hevur tikið avgerð um at veita 3 verkætlanum stuðul av játtanini til alternativar orkuverkætlanir. Játtanin er í ár 1,4 mió. kr.

Tey, ið hava fingið tilsøgn um stuðul, eru hesi:

KN Smiðjan í Trongisvági hevur fingið kr. 36.000 til forkanningar, greiningar og frágreiðingar um tøkniligar loysnir at seta saman dieselmotor og elektromotor í bát, ætlaður at sigla við ferðafólki. Serligur dentur verður lagdur á at fáa ein ljóðleysan bát at sigla undir fuglabjørgunum.

Sp/f Met hevur fingið kr. 845.000 til at menna eina intelligenta skipan (hardware og software) til at stýra og umsita orkuveiting frá varandi orkukeldum (t.d. vindorku) til m.a. upphiting. Verkætlanin hevur ítøkiligt tilknýti til orkuverkætlanina hjá Nólsoyar Orkufelag, sum í hesum døgum er um at gerast veruleiki.

P/f Rhesa hevur fingið kr. 519.000 til part av orkuverkætlanini á Kambsdali.