T.O.S. í Tøting sunnukvøldið

 

Sunnukvøldið 21.august kl 20:30 skipar Tónleikasamtakið Grót fyri konsert við T.O.S. í Tøting í Gøtu

Bólkurin T.O.S. – Tollarar Og Syndarar – hevur verið rættiliga virkin, síðani hann varð stovnaður í 2008. Seinasta árið hevur verið
rættiliga nógv ferð á – ikki minst grundað á nógv róstu útgávuna ‘Til tann, ið oyru hevur’, sum kom út fyri júst einum ári síðani. Í tí
sambandi hevur bólkurin spælt bæði nógvar konsertir ymsastaðni í landinum – síðst á Summarfestivalinum, har teir umframt at spæla tilfar av fløguni høvdu nakrar nýggjar og feskar sangir á skránni. So verður eisini sunnukvøldið.

Nakað, sum ger tónleikin og framførslurnar hjá bólkinum eitt sindur serligar, eru tey ymisku ljóðførini, ið verða nýtt. Umframt tey vanligu ljóðførini sum trummur, bass, guitar og keyboard, verða harmonikan, melodikan og klokkuspælið javnan havd á lofti, og eisini ukulelan, oljutunnan, málingablikkið og annað gott sleppur upp í part, tá T.O.S. framførir. Hóast ljóðmyndin er rættiliga umfatandi og eksperimenterandi,  so kenst tónleikurin lurtaravinaligur og fangandi.

 

Fasta manningin telur 6 mans, men til framførsluna í Tøting verða tónleikararnir fleiri – m.a.fara klarinett og horn at vaksa um itføgru ljóðmyndina. T.O.S. spælir tónleik, ið er eitt sindur torførur at seta í bás og kann kanska best lýsast sum eitt slag av fólkatónleiki, ið er ein vavstur av tónleikaligum íblástri úr øllum ættum. Bæði valsur og rokkur er við. Frá Santana til Jularbo, sum teir plaga at siga.