Man hækkar bara hjáveiðuprosentið upp í 12%

Fiskivinna Fiskur

Mangt løgi er farið fram viðvíkjandi makrelkvotum og loyvum hesa seinastu tíðina. Føroysk skip hava mist fiskiloyvið í upp til 4 vikur fyri at hava havt ov nógva hjáveiðu, sum tá var í mesta lagi 5%. Nú Føroysku “ísfiskaskipini” eru liðug við kvotuna teimum var tillutað, eru bert tey føroysku uppisjóvarskipini, sum hava nakað av makrelkvotu eftir, umframt sildakvotu, og tískil loyvi at fiska sild og chilensk/kinesik skip, ið fiska kvotuna hjá einum 29 fót glastrevjabáti, uttan sildakvotu. Hvat ger man so? Jú, man hækkar bara hjáveiðuprosentið upp í 12%. Hvør, ið skal betala hesi 12 prosentini, er ikki gott at vita. Livst so spyrst. Tað er gott at tað er stutt til komandi løgtingsval, vit mugu tá minnast til hvørjar klovnir vit ikki skulu velja aftur! Mortan G Berjastein