Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Kommunalt, Útvald

Luksusíløgur

Lagt út av tann 06/09/2011 – 08:00

At eg sjálvur nú fái eitt stórt  parkeringsøki sum nærmasta granna, kann eg sum so ikki  annað enn –  takka kommununi fyri.  Tað eru so avgjørt ikki allir borgarar sum fáa slíkar sømdir. 28 parkeringspláss kostnaður 400.000, – kr

Men satt at siga,  so standa  baði eg og øll onnur í grannalagnum  spyrjandi,  vit hava øll í forvegin nokk av parkeringsplássum, og tað stendur ongantíð á hjá okkara gestum at fáa sett bilin frá sær.

Tað eg veit um, so fekk eingin loyvi at byggja sethús á hesum framúr góða sethúsagrundstykki, tí tað varð lagt út sum fríøki.

– Hokus Pokus – tann avgerðin sær nú út til at verða broytt, —– ella: er hon? (Eg havi so ikki hoyrt nakað um hesa broyting í kommunalu viðtøkunum).

Eg yvist onga løtu í, at hetta verður vakurt táið tað einaferð verður liðugt, og grótlagarin hevur gjørt sítt arbeiði. Men stóri spurningurin er:

Hví verður henda íløga gjørd?????

Nýliga kom eisini nýggj gongubreyt eystanfyri fótbóltsvøllin. Eitt snotuligt arbeiði, væl úr hondum greitt, men eg má tíverri, aftur einaferð, vísa á baksíðuna av medaljuni.

Er Fuglafjørður verðuliga komin so langt áleiðis – barnaskúlin stendur sum ein skomm og barnagarðurin á Kambsdali stendur í hálvum gekki – ,  at hesi arbeiði eru tey mest átrokandi  at fáa loyst undrast mong yvir.

Táið  – luksusmál – sum hesi bæði,  liggja so ovarlaga í prioriteringini so hevði verið áhugavert at sæð hvussu listin  framyvir sær út.

Møguliga soleiðis:  Gøtuljós – parkeringspláss og kaikantar   –   (man tað ikki verða á leið – vit fáa at síggja).