Samherji 360 mió krónur á botnlinjuni

Íslendska reiðaríið Samherji hevði í 2010 eitt yvirskot á 48 milliónir evrur svarandi til umleið 360 milliónir krónur. Hetta góða úrslit bleiv skapt við einum umsetningi á 3,1 milliardir krónur. Samherji hevur umvegis sítt dóttirfelag Framherji munandi áhugamál í Føroyum, har tað millum annað telist millum partaeigarnar í samtakinum, ið fyrr í ár keypti ein stóran part av virkseminum úr Føroya Fiskavirking.

Eitt sterkt felag

Við árslok 2010 hevði Samherji eina eginogn á 1,4 milliardir føroyskar krónur, meðan fremmanda skuldin var 2,6 milliardir krónur. Í 2010 niðurrindaði Samherji skuld fyri 450 milliónir krónur.

Í meðal starvaðust 700 fólk hjá Samherja í 2010.

Stjórin og formaðurin eru stóreigarar

Þorsteinn Már Baldvinsson og Kristján Vilhelmsson, sum eru ávíkavist forstjóri og nevndarformaður í Samherja, eru stóreigarar í fyritøkuni. Størstu partaeigarnir eru Kristján V. Vilhelmsson (33%), íløgufelagið Fjörður ehf. (13%), sum Kristján Vilhelmsson og Þorsteinn Már Baldvinsson forstjóri eiga saman, Bliki ehf. (11%) og Eignarhaldsfélagið Steinn (33%), sum Þorsteins Már eigur meirilutan av. Aðrir partaeigarar eiga umleið 10%.