Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Náttúran, Tíðindi

Hundavenjing

Lagt út av tann 12/09/2011 – 09:00

Leygarmorgunin táið eg kom niðan í skúlan, tí okkurt smávegis skuldi gerast, tá var skúlagarðurin spælipláss hjá fleiri hundahvølpum og og (mammum) teirra. Leygarmorgnar er eisini sera friðarligt á skúlaplássinum, og tí sera vælegnað til slíkar venjingar.

(Mammurnar) fingu her vegleiðing um hvussu tær skuldu  stýra sínum hvølpum. Í hesum føri vóru hvølparnir við døgurðaborðið skiftir út við fittar lítlar hundahvølpar. Hinir hvølparnir lógu óivað framvegis fjálgt undir dýnuni.

Ester, sum til dagligt er námsfrøðilesandi á Føroya Læraraskúla, hevur  tikið ymisk skeið um hundavenjing og bjóðar seg fram til at vísa hundaeigarum hvussu tey eiga at umgangast hundarnar.

Í 2008 var Lise Lotte Christensen í Føroyum og legði hundakonsulentunum  lag á.  Ester bjóðar seg nú sjálv fram til at vísa øðrum hvussu fram skal farast, um tú vilt hava ein hund sum tú verðuliga kemur at verða góð/ur við.

Ester Áarskarð er í dag búsitandi í Klaksvík.

Meira,um hundar,  kanst tú lesa á heimasíðuni:  Huff