Semja um svartkjaftin komandi ár

Strandarlondini Føroyar, Ísland, Noreg og ES eru undir samráðingum í London í dag vorðin samd um at áseta heildarkvotuna av svartkjafti fyri 2012 á 391.000 tons. Kvotan, sum strandarlondini býta teirra millum, verður 359.881 tons. Restin av kvotuni er sett av til altjóða sjógv, har serstakliga Russland hevur søgulig áhugamál at vísa á. Russland luttók á fundinum sum eygleiðari.

Avgerðin um at áseta heildarkvotuna til 391.000 tons er grundað á semjuna millum strandarlondini frá 2008 um langtíðar umsiting av svartkjaftastovninum. Talan er um eina hækking í heildarkvotuni samanborið við 2011, tá ásetta heildarkvotan var søguliga lág – 40.100 tons.

Sambært avtaluni millum strandarlondini frá 2005 er føroyski parturin av ásettu strandarlandakvotuni 26,125 % svarandi til :

Í 2012     94.019 tons

Í 2011 var føroyski parturin til    9.642 tons.

Hóast tilmælið um heildarkvotu fyri 2012 er munandi betur enn fyri 2011 leggur altjóða Havrannsóknarstovnurin í síni stovnsmeting og sínum tilmæli dent á, at niðurgongdin í svartkjaftastovninum heldur á fram. Kvotan fyri 2012 skal samanberast við heildarkvotuna fyri 2010, sum var 540.000 tons. Tilgongdin til stovnin hevur svikið fleiri ár á rað, og tað er í stóran mun bert eldri svartkjaftur, sum verður fiskaður. Ein lítil bati tykist at vera í tilgongdini í ár, men enn er ov tíðliga at siga, hvussu hetta fer at ávirka stovnin og harvið fiskiskapin í framtíðini.

Komandi ár verður grundarlagið undir stovnsmetingini av svartkjafti endurskoðað. Hetta arbeiðið kann fáa týdning fyri stovnsmetingina fyri 2013. Strandarlondini avtalaðu í hesum sambandi eisini at hittast í 2012 fyri at endurmeta langtíðar umsitingarætlanina frá 2008. Partarnir vóru eisini samdir um í 2012 at savna saman upplýsingar um útbreiðslu av og fiskiskap eftir svartkjaft í Norðuratlantshavi