Góð tíðindi

Sambart Regin Jacobsen, stjóra á Bakkafrost so fer Laksavirkið í Fuglafirði at byrja uppá framleiðslu aftur – møguliga beint eftir ársskifti.

Táið Havsbrún, sum átti alibrúkini Viking Seafood og Faroe Farming.  í summar bleiv partur av Bakkafrost økti hetta um árligu laksaframleiðsluna við umleið 10.000 tonsum.

Ætlanin er at framleiða ein part av hesum sum portiónir. Virkið í Fuglafirði kemur at framleiða ávís sløg av vørum, sum ikki í sama mun verða framleidd á Glyvrum.

At byrja við verður væntandi ein vakt við 30 fólkum, sum kemur at arbeiða við fullari orku, , men vónandi kann framleiðslan út á árið økjast, so brúk møguliga verður fyri tveimum vaktum.

Kelda: www. tidindi.dk