Kvøldseta í Mentanarhúsinum í Fuglafirði og á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna um seyð og seyðahald.

Danjal Jákup Andreasen, Petur Kári Joensen og Niels Thomas Pedersen, 11. august 2011.

Myndin er av Torvskorahorni, hæddin 650 metrar, við Vágum og Mykines i baksýni.

 


 

Frígjakvøldið 18. novembur kl 19:00  verður kvøldseta í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, har Niels Thomas Pedersen fer at siga frá, hvussu hagapartarnir eru býttir í Vestmanna,  hvørji rættindi hoyra til, um fugl og frælsi – farleiðir í skorunum fyrr og nú – hvør, ið skipar skorafrælsini, heilársfrælsini og vetrarfrælsini. Sagt verður eisini frá um tilburðir,  stuttligar og syrgiligar hendingar, roysni og um vanligar skoraferðir. Somuleiðis verða myndir sýndar í tilknýtið til frásøgnina.

 

 

Týskvøldið 22. novembur kl 19:00  verður kvøldseta um sama evni á Fiskivinnuskúlanum í                                                                                              Vestmanna.

Frásøgumenn:

Jónfinn Thomsen,  Sandavágur, ættaður úr Syðrugøtu, sigur frá um hagapartar í Syðrugøtu.

Louis Houmann, úr Oyndarfirði, sigur frá  um hagapartarnar í Oyndarfirði.

Johan Petersen, Glyvrum, ættaður úr Fuglafirði, sigur frá  um Klemmuna í Fuglafirði.

Niels Thomas Pedersen, Vestmanna, sigur frá um hagapartanar og skorarnar, ið hoyra til Vestmanna. Her verða eisini sera góðar myndir sýndar í samband við frásagnirnar.

 

Atgongugjald: 100,- kr.