Sáttmálar undirskrivaðir

Sambært Umhvørvisverndarlógini kap. 4 frá 1988, kunngerð um umhvørvisreglur frá 1994 og kunngerð um spillivatn frá 2009 skulu allar kommunur gera eina spillivatnsætlan og øll spillivatnsviðurskifti skulu verða í lagið innan 1. januar 2015.

Í hesum sambandi hevur Eysturkommuna, í nøkur ár, arbeitt við at fáa skrásett og skipað eina spillivatnsætlan. Umframt at skráseta og gera eina spillivatnsætlan, hevur kommunan miðvíst gjørt arbeiðir við at samla og leggja kloakkleiðingar út á streymasjógv. Í dag vóru sáttmálar undirskrivaðir við samtakið RTS/JHR at leggja kloakkleiðingar ígjøgnum vegin Kulibakki í Leirvík og at samla verandi spillivatnsleiðingarnar úti í Bug (í fjøruni) og fáa hetta pumpað út á streymasjógv við Kráartanga. Tá ið arbeiði úti í Bug er gjørt, skuldi fjøran niðanfyri neystini verið rein. Hetta er samstundis næstseinasta stig í nevndu ætlan, har alt spillivatn skal førast út á streymasjógv. Tá hetta arbeiðið er liðugt, manglar sostatt bert tann seinasta leiðingin út á streymasjógv og er hetta arbeiðið eisini klárt at bjóða út.