Lutaíbúðir í Leirvík

Á býráðsfundi í gjár samtykti Eysturkommunu býráð soljóðandi:

“Eysturkommuna er, saman við Húsalánsgrunninum sum fíggjara, stigtakari til byggiverkætlan av 5 lutaíbúðum í Leirvík og til stovnan av einum lutaíbúðarfelag í hesum sambandi. Eysturkommuna verður byggiharri til byggingin er liðug, tá ið lutaíbúðirnar verða handaðar til lutaíbúðarfelagið fyri keypsprís.”

Í 2007 gjørdi Leirvíkar kommuna eitt øki byggiklárt til endamálið, samstundis sum tekningar av íbúðunum vóru gjørdar. Nú tá lógarheimildin er til staðar, er klárt at fara undir byggingina.

Ætlanin er tann, at Eysturkommuna og Húsalánsgrunnurin í felag stovna lutaíbúðarfelagið, og fáa byggingina í gongd. Tá keyparar eru til íbúðirnar, verður lutaíbúðarfelagið handa komandi eigarunum, og Eysturkommuna og Húsalánsgrunnurin taka seg úr felagnum.

Endamálið við lutaíbúðunum er at skapa størri fjølbroytni í bústaðarmarknaðinum í kommununi. Eydnast henda verkætlanin væl, so eru lunnar lagdir undir fleiri tílíkar verkætlanir í kommununi.

Eysturkommuna og Húsalánsgrunnurin eru samd um, at íbúðirnar skulu taka atlit til umhvørvið. Tí verður stórur dentur lagdur á, at íbúðirnar vera væl bjálvaðar, krøv vera sett til tættleikan av bygningunum, og hitakelda verður “grøn”. Samstundis er ætlanin at seta upp eina skipan við hitavekslarum, sum endurnýtir hitan úr brúksvatninum, og sum ungi gøtumaðurin Heri S. Jacobsen hevur ment og fingið patent uppá.

Íbúðirnar verða bygdar soleiðis, at tær lúka øll krøv, so at fólk við serligum avbjóðingum eisini kunna søkja um at keypa eina íbúð á jøvnum føti við onnur.

Henda verkætlan er tann fyrsta í landinum, eftir at nýggja lutaíbúðarfelagslógin varð samtykt. Hetta er eisini fyrsta verkætlanin hjá Húsalánsgrunninum, nú hann hevur fingið nýggjar heimildir.

Kl. 15:00 í morgin verður lutaíbúðarfelagið stovna. Stovnanin verður á kommunuskrivstovuni við Gøtugjógv. Eftir stovnanina fáa fjølmiðlanir og onnur høvi at seta spurningar til verkætlanina. Síðani verður farið til Leirvíkar á staðið har íbúðirnar skulu byggjast. Tað er við Ranggil, omanfyri skúlan. Síðani bjóðar kommunan kaffi og okkurt gott afturvið á Bovling í Leirvík.

Landsstýriskvinnan í bústaðarmálum, Annika Olsen luttekur á fundinum.