Online casino i Danmark – en guide til trygge valg

Når du leder efter et godt online casino, er der flere ting, der er værd at overveje. En attraktiv casino bonus kan give ekstra spiloplevelse fra starten, mens et casino med hurtig udbetaling sikrer, at gevinsterne ikke skal vente længe. Mange spillere foretrækker også et casino med lav indbetaling, så man kan komme i gang uden at binde store beløb. Samtidig er det for nogle vigtigt at finde et casino uden mitid eller et casino uden rofus, hvis man ønsker mere fleksible rammer.

For at få mest muligt ud af spiloplevelsen kan gratis spins være en god måde at teste nye spil på, og et live casino danmark giver mulighed for at spille mod rigtige dealere i realtid. Der kommer løbende nye casinoer til markedet, og hvis du især går efter klassiske spil, kan du finde spillemaskiner online hos mange udbydere. Ønsker du at indbetale med kort, kan et visa casino være en praktisk og velkendt løsning.

Aftur ein nýggjur skúli.

Nýggir skúlar koma afturat sum hundalond uttan um okkum, men hvat gera vit í Fuglafirði? Niðanfyri er grein um nýggjan skúla sum byggjast skal við Norðskála-Oyra skúlan.

Tað sær út fyri mær, sum at onnur fylgja við tíðini, meðan vit í Fuglafirði grava okkum niður og lata framtíðina fara yvir okkum. Eg skilji ikki, at foreldur í Fuglafirði góðtaka at hildið verður fram við at pjøssa um skúlabygning sum í verðuleikanum er eitt útasað lasafar, og sera óhóskandi til nútíðar undirvísing. (Leggi tykkum í geyma, at í dag eru stólar og borð  leys av hvørjum øðrum, og ljóðdoyving millum stovur og hæddir er á sera sera lágum støði.)

Játtan uppá 7 milliónir kr. til eitt kaiøkið sum í verðuleikanum hongur í leysum lofti,  er eingin trupuleiki, men at røkja okkara verðuliga tilfeingi kemur ikki uppá tal.

Gott er við sterkum vinnulívi, men táið okkara sterka vinnulív ikki megnar at geva børnunum sømuligar umstøður, men peningur bert røkkur til kaikantar og parkeringspláss, tá er tíð uppá at fólkið vaknar.

Her niðanfyri kunnu tit lesa tekstin um nýbygning við Oyrabakka.

Kelda: Sunda kommuna

Farið verður nú undir at víðka um Norðskála-Oyrar skúla við einum bygningi í bakkanum niðanfyri verandi skúla. Talan verður um seks skúlastovur, ið skulu standa klárar at taka í nýtslu, tá næsta skúlaár byrjar komandi summar. Hetta var einmælt samtykt á býráðsfundi 28. november.

Spakin verður settur í áðrenn jól, soleiðis at sjálv byggingin kann fara í gongd tíðliga í komandi ári.

Á skúlanum ganga í løtuni 82 børn, og har eru 12 fólk í starvi. Barnatalið er vaksandi, og tískil er neyðugt við fleiri og størri undirvísingarhølum fyri at nøkta tørvin hjá skúlanum. Somuleiðis verður hugsað um virksemið á Oyrarbakka hjá tónlistarskúlanum Norðljómi, sum eisini hevur havt trongar umstøður. Við økta talinum á undirvísingarhølum verður rúmsáttari hjá Norðljómi at skipa sína frálæru saman við fólkaskúlanum.

Tað er teknistovan A3, ið hevur teknað uppskotið til nýggja bygningin. Kostnaðurin er mettur til umleið 5 mió. kr.