Hósdagin 1. mars var finalan í íverksetan. Hetta er ein kapping millum skúlar um at seta í verk egið virki. Seks skúlar vóru við í kappingini. Marta og Sólja í 9. a umboðaðu Fuglafjarðar skúla í hesari kapping. Teirra hugskot var at dyrka føroyskt vistfrøðiligt grønmeti. Tær umboðaðu skúlan fyrimyndarliga við einari sera góðari framløgu og endaðu á einum 3. plássi. Tillukku við tí!
Nám-X vann kappingina og Stranda skúli gjørdist nr. 2.