Anja og Palma klárar til X-Faktor á Tórsportalinum

Anja & Palma Jaocbsen senda longu frá í morgin at kalla beinleiðis til Tórportalin frá X-Faktor.

Í morgin verður stóri pressufundurin, har tær báðar vera til steðar. Fríggjadagin verður stóra generalroyndin, og tá vera tær eisini hjástaddar.

Tær báðar hava atgongd til og fara at senda okkum myndir og tilfar beinleiðis úr pressurúminum undan og undir konsertini.

Og sjálvandi fáa vit okkurt stuttligt aftaná eisini, tí tær báðar eru ikki akkurát smædnar. Anja skrivar og Palma tekur myndir.

Myndirnar frá í morgin verða super – tiknar við einum spildurnýggjum Canon 7D. Hendan einasta tøka myndin av okkara útsendu er harafturímóti tikin við eini telefon, so haldið okkum til góðar, at dygdin er ikki tann besta.