Mentanarvikan í Fuglafirði verður eftir ætlan 17. – 23. september 2012

Mentamálanevndin í Fuglafjarðar kommunu avgjørdi á fundi mánadagin, at Mentanarvikan 2012 skal verða í tíðarskeiðnum 17. – 23. september.

Eldsálir og góð hugskot eftirlýsast!

Nú fyrireikingarnar eru farnar í gongd, vóna vit at íbúgvarnir fara at taka væl ímóti tiltakinum og at eldsálir og felagskapir, sum eru áhugað í at lita tiltakið, venda sær til okkara. Góð hugskot eru hjartaliga vælkomin! Vónandi hoyra vit frá ungum sum gomlum.
Ringið 238010 ella skrivið okkum ein teldupost á [email protected]