Flaggdagshald

Kunning Mentanarhúsið Tíðindi

Fuglafjarðar Hornorkestur skipar fyri flaggdagshaldi við Mentanarhúsið mikudagin kl. 15. Fríðfinnur Johnsson heldur flaggdagsrøðuna og hornorkestri spælir.

Aftaná flaggdagshaldið skipar ÍF fótbóltur fyri kaffisølu og tombola inni í Mentanarhúsinum, somuleiðis verða kappróðrarbátarnir hjá ÍF kappróður flotaðir og í neystinum verður eisini kaffi og køkur at fáa.

Øll eru hjartaliga vælkomin…