Fagranes komin til Fuglafjarðar
Í vikuni kom útróðrarbáturin ‘Fagranes’ til Fuglafjarðar. Tað er Niels Pauli Toftegaard sum eigur bátin.Í Danmark hevur báturin m.a. dreggjað eftir skeljum og trolað eftir flatfiski. Nú, hann er komin til Føroya, er ætlanin at reka heimaútróður við honum.
Niels Pauli siglir sjálvur við Fagrabergi, og tí verður tað fyri tað mesta pápin, sum fer at reka bátin. Sjálvur ætlar Niels Pauli at vera við, tá hann er heima.
Báturin er bygdur í 1961 og er ein sokallaður limfjørðsbátur. Hesir bera orð fyri at vera grunnir, men sera sjógóðir bátar.
Kelda: skipini.fo


