Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Mentan, Mentanarhúsið, Tíðindi

Bárður og Jógvan í Mentanarhúsinum

Lagt út av tann 30/10/2012 – 20:04

Um miðjan november geva feðgarnir, Jógvan og Bárður á Lakjuni, út fløgu við heitinum ‘Gakk tú tryggur’. Í sambandi við útgávuna verður stórsligin útgávukonsert í Mentanarhúsinum leygarkvøldið 17.november
Á konsertini, sum verður kl 19:00, verða sjálvsagt løgini á nýggju fløguni framførd. Tónleikurin er varierandi, og tað hoyrist, at talan er um eina samanrenning ímillum tvey ættarlið.
Uppsetingin er rættiliga stór, tí umframt tey vanligu ljóðførini sum klaver, guitar, bass og trummur, verður ein strúkikvartett, harmonika, horn, floyta og onnur ljóðføri. Eitt lítið barnakór og aðrar kórrøddir eru eisini partur av ljóðmyndini.
Atgongumerki fáast til keyps á Kunnigarstovuni í Fuglafirði og í Tórshavn, Effo í Leirvík, FK í Fuglafirði, Haraldsen í Fuglafirði, kiosk Vár í Klaksvík og kiosk Vár í Runavík. Kostnaður 150 kr.

Kelda: Ólavur Larsen