Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Politikkur, Tíðindi, Valevnini skriva

Fuglafjørður – ein sjálvstøðug og samstarvssinna kommuna.

Lagt út av tann 31/10/2012 – 00:11

Tað skal ikki verða nøkur loyna, at tað kendist væl, tá ið úrslitið av fólkaatkvøðuni um sjálvbodna kommunusamanleggjing í vár fyrilá. Heili 85% av atkvøðunum vóru ímóti kommunusamanleggjing.

Tosið um samanleggjing hevur verið á breddanum øll tey 20 árini eg havi siti í kommunustýrinum, og hevur tað fylt rættuliga nógv. Tó hava øll kommunustýrini ið hava sitið hesi árini, verið samd um at Fuglafjørður framhaldandi skal vera ein sjálvstøðug kommuna.

Nú er so avbjóðingin samstarv millum kommunur.

Eins og sjálvstøðug lond samstarva og eins og sjálvstøðug menniskju samstarva, so kunnu eisini sjálvstøðugar kommunur samstarva.

Vit hava góðar royndir av at samstarva við grannakommunurnar. Í nógv ár hava vit havt eitt gott samstarv á skúlaøkinum og um ítróttarhøllinina. Vit eru , fyri tíð síðani, byrjaði at tosa saman við Eysturkommunu, um møguliga at byggja felags framhaldsdeild á Kambsdali. Dialogurin er jaligur og spennandi. Umráðandi er, at vit fáa ein nútíðarhóskandi skúla, ið kan bjóða okkara ungdómi góð og fjøltáttaði undirvísingartilboð, møguliga í samstarvi við miðnámsskúlanar, soleiðis at vit fáa ein skúladepil á Kambsdali, ið kann kappast við komandi skúladepilin á Marknargili.

Eisini hava vit góðar royndir av samstarvinum millum allar kommununar í Eysturoy, eitt nú um Ellis- og Røktarheimið í Runavík, NSR ráðgevingina og serflutnings-buss skipanina.

Í løtuni situr ein bólkur, við umboðum úr øllum kommununum í øki 3 (t.e. Fuglafjarðar-, Eystur-, Runavíkar-, Nes- og Sjóvar Kommuna) og arbeiður í samband við útleggjing av eldraøkinum til kommununar. Bólkurin skal greina og lýsa núverandi støðu á eldraøkinum og koma við uppskoti um, hvussu eldrarøktin kann skipast í Eysturoynni, tá hetta verður kommunalt málsøki.  Limirnir, ið manna henda bólkin, hava víst nærlagni og samstarvsvilja og skulu handa álitið til Almannamálaráðið nú 1. Novembur.

Ongin yvi er um, at hjá komandi kommunustýrislimum, fer samstarvsviljin og samstarvshegni í samskiftinum við aðrar kommunur, at standa sína roynd. Hetta í størri mun enn áður, nú fleiri stórøkir vera løgd út til kommununar at umsita.

Vit á lista B eru til reiðar og gleða okkum til hesa avbjóðing.

Sigurð S. Simonsen

borgarstjóri