Online casino i Danmark – en guide til trygge valg

Når du leder efter et godt online casino, er der flere ting, der er værd at overveje. En attraktiv casino bonus kan give ekstra spiloplevelse fra starten, mens et casino med hurtig udbetaling sikrer, at gevinsterne ikke skal vente længe. Mange spillere foretrækker også et casino med lav indbetaling, så man kan komme i gang uden at binde store beløb. Samtidig er det for nogle vigtigt at finde et casino uden mitid eller et casino uden rofus, hvis man ønsker mere fleksible rammer.

For at få mest muligt ud af spiloplevelsen kan gratis spins være en god måde at teste nye spil på, og et live casino danmark giver mulighed for at spille mod rigtige dealere i realtid. Der kommer løbende nye casinoer til markedet, og hvis du især går efter klassiske spil, kan du finde spillemaskiner online hos mange udbydere. Ønsker du at indbetale med kort, kan et visa casino være en praktisk og velkendt løsning.

Grundleggjandi kommunal viðurskifti

Eg fari við hesum at gera vart við, at eg eisini eri uppstillaður til kommunuvalið 13. november. Eg havi verið limur í býráðnum í Fuglafirði síðani 1. januar í 2001.

Tá ið tú ert partur av einum kommunustýri, so finnur tú skjótt út av, at har eru 1000 ymisk ting – stór og smá, sum bara alla tíðina skulu vera í lagi.

Bara fyri at nevna nøkur: Vit skulu hava reint vatn,  vegirnir skulu vera góðir, børnini skulu ansast, tey gomlu passast, bygdin skal fríðkast, kajirnar hava gummi, hegnið skal vera í seyðahøgum standi, kloakkirnar skulu vera í lagi, ruskið skal burturbeinast, vinnulívið skal hava góðar karmar, grundstykkir skulu vera tøk, skúlin skal vera góður, mentanartilboð skulu stuðlast….. o.s.fr, o.s.fr, o.s.fr!! Hetta skal alt vera í ordan, annars eru fólk misnøgd og hótta enntá við at flyta aðrastaði at búgva.

Tað, eg vil siga við hesum, er, at aðaluppgávan hjá teimum, ið eru vald í eitt býráð, er at fáa hesi vanligu gerandistingini at virka. Tað er so lætt at ganga runt og lova alt møguligt upp undir eitt val, men tá ið alt kemur til alt, so eru tað hesi grundleggjandi viðurskiftini, ið skulu rigga í eini kommunu.

Hetta havi eg eftir besta førimuni roynt at liva upp til, meðan eg havi sitið í býráðnum – og tað ætli eg mær eisini frameftir – um eg verði valdur.

Annars haldi eg sjálvandi, at nógv stórmál standa fyri framman, ið skulu loysast. Eitt av hesum, sum heilt víst eigur at verða raðfest fremst, er, at vit fáa betrað munandi um okkara skúlaviðurskifti. Meira um hetta seinni!

Eg havi altíð hvept meg við at siga “stemma upp á meg, stemma upp á meg”, tí fari eg kanska heldur at orða tað so, at eg eri áhugaður í at vera valdur, og til hetta havi eg brúk fyri atkvøðum.

Verði eg valdur, fari eg framvegis at arbeiða fyri, at Fuglafjørður verður Føroya besta kommuna at virka og búgva í, ……. men veðrið fái eg kortini onki gjørt við!

Eyðun á Lakjuni, valevni á lista B