Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Politikkur, Tíðindi, Valevnini skriva

Fuglafjørður – hálva álíkning.

Lagt út av tann 01/11/2012 – 15:06

“Førdur verður ein skynsamur fíggjarpolitikkur, sum tekur atlit til inntøkumøguleikarnar.”

Soleiðis ljóðar fyrsta reglubrotið í samgonguavtaluni, ið varð gjørd fyri 4 árum síðan í  Fuglafjarðar Býráð. Hesin sami politikkur hevur eisini verið galdandandi tær báðar undanfarnu seturnar.

Fuglafjarðar Kommuna hevur síðan ár 2000 ligið væl undir einari álíkning í miðal.

Gaman í sigur tú, so er tað væl tí at ov lítið hendir, og tit fáa ov lítið upp í lag? Svarið er nei, so er ikki. Fuglafjarðar Kommuna er ein vælútbygd kommuna á flestum økjum. Og nógv er komið av skaftið seinanstu árini.

Nevnast kann, at í ár hava vit tikið í brúk ein nýggjan barnagarð á Kambsdali fyri 25 mió. kr. Við hesum er barnaansingarøkið loksins fult útbygd.

Eisini er ein havnaútbygging á 8 mió. kr. liðugtgjørd í summar, og er hetta ein tíðandi liður í útbyggingini av Fuglafjarðar havn.

Á tí tekniska økinum eru nógv asfaltarbeiði framt, fyri tað mesta í samband við liðugtgerð av uppábyrjaðum vegum og gongubreytum. Eisini er økið rundan um Vesturstovu endaliga liðugtgjørt.

Á tilbúgvingarøkinum hevur brunaliðið, millum annað, fingið eina sokallaða Cobra-sløkkiútgerð, sum er tann fyrsta av sínum slag í Føroyum, o.s.fr.

Í løtuni er nettoskuldin áleið eina hálva álíkning.

Góðu Fuglfirðingar!  Um tit framvegis ynskja:

 

borgan fyri, at førdur verður ein skynsamur fíggjarpolitikkur, sum tekur atlit til inntøkumøguleikarnar

borgan fyri, at roynt verður av øllum alvi at skapa fyritreytir fyri øktum inntøkumøguleikum og harvið fólkavøkstur

 

Ja, so bjóða vit – í øllum eymjúkleika – okkum fram, at standa á odda fyri hesi stóru og fyri okkara kommunu sera týdningarmiklu uppgávu.

 

Vit á lista B eru til reiðar og gleða okkum til hesa avbjóðing.

 

Sigurð S. Simonsen

borgarstjóri