Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Tíðindi, Valevnini skriva

Góði Niels Midjord!

Lagt út av tann 11/11/2012 – 19:55

Larmur og roykur

Nøkur skip larma illa og nógvur roykur kemur frá teimum.

Svøvnur og heilsa fer av lagi, fólk gerast sjúk og fara av verðini alt ov tíðliga.

Fólkavøkstur verður ongin, tí fólk flyta til bygdir og økir har ongin larmur og roykur er.

Fólk fáa ikki sovið fyri larmi og royki

Fyrimyndir

Effo Føroyar brúkti milliónir uppá at lyfta tungoljuverkið uppá internationalan standard. Flott!

Havsbrún setti góðskuleiðaran Gudny at skipa fyri at minka um larm og royk frá virkinum.

Teir brúktu milliónir uppá hesa verkætlan, og teir vóru góðkendir av myndugleikunum. Flott.

 

Fundir

Havnanevndin hevði ein góðan fund við fólk, ið búgva við Enniveg.

Havnanevndin og Umhvørvisnevndin hava havt  ein fund við Umhvørvisstovuna um, hvat ið  gerast skal.

Vit vóru samd um, at Kommunan, felagið fyri kommunur og Landsstýrismaðurin Kári Højgaard skulu á fund og tosa um viðurskiftini.

Og skal tað helst  enda við, at myndugleikarnir seta markvirði fyri larmi og royki í teimum føroysku havnunum.

Verður tað gjørt, verður tað væl livandi í bygdunum og hjá tí fólki, ið búgva við havnaløgini.

 

Landsstýrismaðurin

Eg havi tosað við Kára Højgaard og bíðar hann eftir fundarboðum.

Fólk siga, at tað eru bert fá útlendsk og føroysk skip sum larma og dálka.

Tá má tað verða lætt at loysa henda trupulleika.

Sløkkja allar motorar og streym umborð

Eg havi tosað við SEV og kunnu teir levera streym .

Tórshavnar Havn, Lamhauge havnameistari, Kristmar Johannesen, elverkfrøðingur, Klaksvík og Gøteborg Havn

hava kannað málið: Streym umborð, men hava teir slept ætlanini, tí leidningarnir verða so stórir í diametur og harvið tungir.

Niels – tosa við nevndu fólk og fá tað váttað ella avsannað, tað sum eg beri fram.

 

Endi

Hava  øll ein vilja til at loysa hetta mál, kann tað loysast eftir stuttari tíð.

Okkara krøv eru sámulig.

Vit kunnu ikki selja heilsuna hjá fuglfirðingum og føroyingum fyri ússaligt mammon.

 

Vinaligar heilsanir

Dánjal Vang