Bankarnir – nú er nokk!

Fyri minni enn 20 árum síðani vóru 3 bankar í Fuglafirði. Tá ið tann fyrsti lat aftur, vóru vit ógvuliga hørm um tað. Tá tann næsti lat aftur fyri tveimum árum síðani, vórðu mong av okkum bæði hørm og skelkaði. Nú ætlanin er at lata aftur triðja og seinasta bankan eru vit ikki bara hørm og skelkaði, men í øðini og kunna hvørki skilja, góðtaka ella liva við hesi støðuni.

Vit taka undir við Paula, borgarstjóra í Vestmanna, at nokk er nokk.

Í trýhirninginum Leirvík, Gøta og Fuglafjørður vóru fyri árum síðani 7 bankadeildir. Nú er ongin eftir í Leirvík og ongin í Gøtu, og ein í Fuglafirði (vónandi meir enn nakrar dagar afturat).

Starvsfólkini, ið arbeiða á deildini hjá Eik í Fuglafirði, eru úr Leirvík, Gøtu og Fuglafirði, eins og viðskiftafólkini sum dagliga vitja bankan, eisini koma úr hesum bygdum.

Nú 6 av 7 deildum í hesum økinum eru latnar aftur, skuldi ein hildið, at okkara íkast til tær neyðugu rationaliseringarnar og sparingarnar í bankakervinum var vorðið nóg mikið, og at vit fingu frið at hava hesa einu deildina virkna.

Vit mugu minnast til, at í hesum bygdunum búgva 3400 fólk, sum saman við vinnulívinum í økinum standa fyri umleið 30% av føroysku bruttotjóðarúrtøkuni (BTÚ). Tað er tí, sum áður nevnt, óskiljandi at tað ikki er grundarlag fyri einari lítlari bankadeild í hesum økinum.

Tørvurin á einari slíkari deild er eyðsýndur og hevur ómetaligan týdning sum tænastuberðari fyri fólkið og vinnuvirkir sum búleikast her. Eisini fyri teir hundratals útlendsku sjómenn, sum vitja her, og ikki at gloyma tey túsundtals ferðafólk sum vitja kunningarstovuna. Í sambandi við marknaðarføring av býnum og Fuglafjarðar Havn hevur hesin møguleikin altíð verið nevndur.

Tá BankNordik skuldi lata deildina í Fuglafirði aftur fyri tveimum árum síðani, segði kommunan seg vilja gjalda fyri ljós og hita, um hetta kundi fáa BankNordik at broyta støðu, tí hetta mál var mett at vera av so stórum almengagnligum týdningi fyri býin, at kommunulógin loyvdi hesum. Sjálvandi kann Eik rokna við at fáa somu sømdir um so skuldi verið.

Hetta er eisini í tráð við strembanina hjá kommununum, sum umvegis sínar felagsskapir KSF og FKF royna at fáa førleikakrevjandi størv út um landið. Ynski hjá kommununum um at fáa eldraøkið og skúlaøkið lagt út, er fyrst og fremst grundað á, at fáa tey ið taka avgerðinar og veita tænasturnar at vera nærri borgarunum og harvið bjóða eina betri tænastu. Men, í hesum liggur eisini, at tey førleikakrevjandi størvini vera meira spjadd út um landið.

Á deildunum hjá Bank Nordik og Eik Banka í Fuglafirði vóru umleið 20 førleikakrevjandi størv. Missa vit øll hesi, kemur tað í ávísan mun at ávirka til- og fráflyting í kommununi neiligani.

Mín niðurstøða er, at vit fólkavaldu sum sita í býarstýrinum taka hetta málið í størsta álvara. Serstakliga nú tá ið formaðurin fyri føroysku pengingastovnarnir í Degi og Viku roknaði upp øll atlitini bankarnir tóku, men hann nevndi onki um lokal samfelagsatlit, hóast hann bleiv spurdur. Eg taki undir við áheitanini hjá borgarstjóranum í Vestmanna á Eik Banka, um at umstoyta avgerðina at lata deildirnar aftur.

Til seinast vil eg koma við einum hugskoti til eina framtíðarloysn á hesum økinum.

Vit kenna fyribrygdini Miðlahúsið, Vinnuhúsið, KSF-húsið, o.s.fr. Hesi hús hýsa ymiskar funktiónir innan somu vinnuøkir.

Hvat við at havt eitt “Pengahús” í teimum miðalstóru bygdunum? Í húsinum kundi so allir peningastovnar, tryggingarfeløg, og fyri at fylgja góða hugskotinum hjá Niels Midjord, girobanki og ikki minst Posta leiga seg inn, alt eftir tí tørvi hvør einstakur neyvt hevði.

Okkurt má gerast, tí tað kann ikki vera rætt, at bara tey sum búgva í 4 teim størstu plássunum í Føroyum fáa alskyns bankatænastur í grannalagnum. Um so skal vera, eigur ein rentudifferentering at vera gjørd, bæði fyri innlán og útlán, soleiðis at tey sum skulu brúka nógva tíð og pengar fyri at koma til tænasturnar, fáa eitt hóskandi viðurlag.

Sigurð S. Simonsen
býráðslimur