Lata upp í Fuglafirði mánadagin

Fuglafjordur Kambsdalur

Nýggja deildin hjá Norðoya Sparikassa í Fuglafirði letur upp mánamorgunin, og í hesum sambandi bjóðar sparikassin til almenna móttøku í nýggju deildini longu í morgin fríggjadagin 15. februar klokkan 15-17.

Deildin hjá Norðoya Sparikassa í Fuglafirði verður – sum nevnt í fyrri greinini – í hølunum í Støð 7, sum er gamla bankadeildin hjá BankNordik.

Síðani tað varð greitt, at deildirnar hjá bankunum, sum higartil hava verið í Fuglafirði, fóru at lata aftur, hevur Norðoya Sparikassi fingið áheitanir úr Fuglafirði um at lata deild upp. Eitt nú hevur býráðið í Fuglafirði í hesum sambandi heitt á sparikassan.

– Vit hava viðgjørt spurningin, og eru komin til ta niðurstøðu, at tað fyri virksemið hjá okkum er skilagott at lata upp í Fuglafirði nú. Vit víðka um kjarnuøkið, sum higartil eisini hevur fevnt um Leirvík – sum nú er partur av Eysturkommunu – til eisini at fevna um Fuglafjørð, sigur Marner Mortensen, stjóri í Norðoya Sparikassa.

Deildin hjá Norðoya Sparikassa í Fuglafirði verður opin somu tíðir sum hinar deildirnar hjá sparikassanum. Leiðari fyri deildunum í Eysturoy – í Saltangará og í Fuglafirði – er Poul Jákup Mohr í Fuglafirði.

Marner Mortensen sigur, at Norðoya Sparikassi hevur ikki ætlanir um at lata deildir upp aðra staðni enn í Fuglafirði.