Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Kommunalt, Tíðindi, Útvald

Norðoya sparikassi

Lagt út av tann 15/02/2013 – 11:30

nordoya sparikassiTíðindaskriv

frá

Fuglafjarðar býráð

 

Norðoya sparikassi letur deild upp í Fuglafirði

 

 

Ì sambandi við at Norðoya sparikassi letur deild upp í Fuglafirði mánadagin 18. februar 2013, so skal hervið verða fráboðað, at býráðið á henda hátt ynskir sparikassanum hjartaliga vælkomnum til Fuglafjarðar.

 

Eftir at Eik banki hevði tikið avgerð um at lata deildina í Fuglafirði aftur við virknað frá hósdegnum 14. februar 2013 at rokna, so hevur býráðið havt samskifti við leiðsluna fyri Norðoya sparikassa um møguleikar fyri at lata upp deild í býnum.

 

Býráðið fegnast um, at komið er á mál, soleiðis at bankatænasta framvegis verður ein partur av virkseminum í býnum og eysturøkinum av Eysturoy sum heild.

 

Fuglafjarðar kommuna kemur framyvir at hava ein virknan lut í samskiftinum við Norðoya sparikassa sum fíggingarstovn, og vón býráðsins er, at borgarar, handils- og vinnulív taka væl ímóti nýggju deild sparikassans í Fuglafirði.

 

Fuglafjørður, tann 14. februar 2013

 

Fuglafjarðar býráð