Nýggjar (gamlar) myndir

Jákup Oluf Breiðaskarð hevur verið beinasamur og enn einaferð givið okkum loyvið til at leggja út myndir úr hansara savnið.

Mint verður á, at allar myndir sum lagdar verða út  kunnu ikki  takast niður, og tær eru copyvardar (juridiskt sera strengt), so tað er  verðuligi eigari sum eigur myndina, og bert hann sum gevur loyvið til um  onnur kunnu fáa copi av myndini.Vit siga Jákup Olufi takk fyri,  at vit eisini kunnu síggja við í hansara gomlu myndum, og í dreyminum  hugsað aftur til gamlar dagar. Hesar myndir høvdu annars verið goymdar, í  snotuligum myndagoymslu í stovuni, til tey sum komu á gátt, men eru nú til gleði fyri øll, hvar í verðini tey enn eru stødd.Enn eru  tíverri ikki so nógv sum nýtt hava møguleikan, at vísa øðrum sínar nógvu  góðu myndir,men væntandi er hettar bert ein tíðsspurningur, ella ein  hugburðsbroyting til at taka móti nýggjum møguleikum.

Um tú hevur  góðar myndir, og ikki ert fermur í tí tekniska, so ert tú vælkomin við  myndunum til okkum. Vit skanna tær inn, og tú fært myndina við aftur.

Set teg í samband við:

[email protected]

[18.09.2006 – Jóhan Heri Joensen]