Kvøldseta í Mentanarhúsinum í Fuglafirði

Felags stokkakvøld í Mentanarhúsinum 19. febr. kl. 19:00

Leygardagin  19. febr.  kl 19:00 koma bindiklubbarnir í Fuglafirði saman  til eitt felags stokkakvøld, har ymiskt verður til undirhald.

Skráin er hendan:  

Felagssangur: Stokkar glinta – Petur Martin Petersen

Frits bjóðar vælkomin – Neyð lærir nakna kvinnu at spinna

Gentukórið gamla syngur: Vøkur er verðin, Sóljan, Tað brenna túsund ljós

Randi Sigurðsdóttir Vang, døturnar og Jónhild Johannessen hugleiða um samljóð og samvirðir

Mathilda Abrahamsen tosar um tann elsta bindiklubban í bygdini: Myndir sýndar frá hesum bólki.

Ein  lítil skemtileikur um ein gulan bil, húsarokk og ein gráan ford: Mimi Steintórsdóttir, Kristina Joensen, Frits Johannesen og Niels Midjord.

Steðgur, fáa ein góðan “Stokkakvøldabita”

Gentukórið gamla syngur: Blackbird, At the River og Í Mánalýsi

Myndir  og frásagnir frá ymiskum stokkakonum um teirra bindiklubba: Judith Olsen, Begga Vang, Annbjørg, Áshild, Nicolina Toftegaard, Davis Midjord,   Osla Mohr og Unna Næs

Poul Jakku Lundsbjerg spælir Harmoniku

Sjúrður Skaale heldur talu fyri stokkakonunum

Gentukórið gamla syngur: Tú lítla strá, Måske en Martsnat, Vøgguljóð og Vár