Sosiala deild alment latin upp

Fríggjadagin 10. november var almen móttøka á Sosialu deild í Fuglafirði í samband við at deildin er farin at virka.

Eftir fyrireikingar í meira enn 1 ár, varð Sosiala deild í  Fuglafirði alment latin upp við móttøku fríggjadagin 10. november og er  nú opin til fastar upp- og afturlatingartíðir.Tað var 1.  november í 2005 at Fuglafjarðar kommuna setti sosiala deild á stovn, og Irena Olsen í Leirvík varð sett sum leiðari á stovninum.Virkisøki
hjá Sosialu deild er at ráðgeva fólki og at samstarva við almennar og  kommunalar stovnar. Undir Sosialu deild er eisini Barnaverndartænastan,  sum er saman við Leirvíkar kommunu.

Irena Olsen hevur fyrr  arbeitt sum ráðgevi hjá stuðulspedagogunum í Klaksvík, og áðrenn hon  varð sett sum leiðari á Sosialu deild, var hon leiðari á barnagarðinum í  Hvalvík.

Umframt Irenu Olsen varð eisini Súsanna Gaard,  sosialráðgevi í Fuglafirði, sett í starv 1. september 2006. Súsanna  hevur arbeitt sum sosialráðgevi hjá Klaksvíkar kommunu.

Sosiala deild er í bygninginum hjá Haraldsen í miðbýnum í Fuglafirði, við síðuna av Posthúsinum.

Opið er týsdag, mikudag og hósdag millum kl. 9 og 14.

 

[16.11.2006 – Jóhan Heri Joensen]