Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Skip

Fagraberg

Lagt út av tann 19/06/2006 – 08:25

Nakað av fólki var samankomið á bryggjuni í Fuglafirði  seinasta fríggjakvøld, tá ið skipað var fyri móttøku fyri Fagrabergi,  fyrrverandi  Krúnborg, sum nú hevur heimstað í Fuglafirði.

Í góðveðrinum fríggjakvøldið kom nóta-og trolskipið, Krúnborg, sum  hevur fingið nýggjar eigarar, á Fuglafjørð. Skipið hevur nú heimstað í  Fuglafirði og hevur fingið navnið, Fagraberg.Tað var  Fuglafjarðar býráð, sum skipaði fyri móttøkuni, har Fuglafjarðar
Hornorkestur spældi og borgarstjórin, Sigurd Simonsen, helt røðu. Nakað  av fólki var á bryggjuni, og tá ið borgarstjórin hevði hildið sína røðu, bjóðaði Anfinn Olsen, reiðari, øllum umborð at síggja skipið.Umborð fingu ung sum tilkomin góðgæti og okkurt at leska sær við.Út á náttina loysti Fagraberg og fór nýggjan túr – við nýggjum eigarum.

 

[19.06.2006 – Jóhan Heri Joensen]