Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Náttúran

Myrka tíðin

Lagt út av tann 11/08/2006 – 09:11

Komið er skjótt út í hálvan august.
Skúlarnir byrja aftur eftir summarfrítíðina.Lomvigin er farin úr berginum. Fuglurin ger seg kláran at flyta av landinum – men vit verða verðandi í myrkrinum og kuldanum, saman við krákuni og gráspurvinum.

Álmanakkin sigur, at summarið er við at halla. Myrku næturnar eru aftur við at fáa valdið á ljósu tímunum.Blómurnar  standa enn í blóma, vakurleikin frá teimum kemur okkum tilgóðar, men  endamálið hjá blómuni er ikki bert at frøða okkum, men at føra ættina víðari.Fleiri av urtagarðsblómunum eru  ikki skaptar til  harbalna føroyska veðurlagi, men tær gera tað tær kunna og spíla seg út  fyri eitt komandi ættarlið, men tíverri í fleiri førum, er veðurlagi  ikki gott nokk til at fræði búnast. Teirra stremban er kolldømd av  umstøðunum.

Myrku føroysku kvøldini, um tey eru lýggj, kunnu saktans verða serstakliga hugnalig – men hugni aleina byggir ikki land.

Tíverri sær út til, at Fuglafjørður í dag er meinlíkur einum fjálgum heystarkvøldið, har hugnin aleina er tað berandi.

Tað tykist tíverri so sum lokala polittiska veðurlagið, blæsur kaldan norðanvind, sum brennur av  allar spírandi nálir.

 

[11.08.2006 – Jóhan Heri Joensen]