Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Skúli og barnaansing

Fuglafjarðar skúli

Lagt út av tann 23/05/2008 – 18:45

Seinastu  greinirnar her á síðuni hava verið sera krittiskar, tær vóru eisini ætlaðar at vísa,  hvussu kommunalu íløgurnar verða prioriteraðar.

Henda er um ætlaðu pjøssingina av Gamla skúla, – henda ætlan varð eisini tað,  sum fekk mítt sinni uppá kók.

Kommunustýrið  er frítt stillað at prioritera íløgurnar,  sum tað sjálvt heldur, men vit hava tíbetur loyvi til at finnast at avgerðunum.

Í barnaskúlanum finnst okkara mest virðismikla tilfeingi.

Havsbrún, Vónin og allar hinar fyritøkurnar koma skúlanum ikki til knýggja. Hettar sigi eg ikki fyri at niðurgera hesar góðu og sunnu fyritøkur, men fyri at peika á verðuliga varandi gullnámið.

Tað  eru børnini,  sum eru besta tilfangið í einhvørjum samfelagi, Tað eru tey, sum skulu bera førningin víðari. Tað eru tey, sum um fá ár koma at mynda samfelagið. Teirra dugnaskapur kemur at skapa teirra lívsgrundarlag.

Ein gott útbúgvin ungdómur er gull verdur fyri eitthvørt samfelag, og barnaskúlin er fundamentið har víðari skal byggjast. Neyðugt er tí eisini at hava góðar karmar.

Sum  formaður í mentamálanevndini í 8 ár, har hjartamálið var skúlin, kann eg ikki annað enn taka til orðana og harðliga átala polittiska stevnumiðið hjá sitandi býráði.

Nógv eru mistøkini at finnast at, men eg vil ikki troytta lesaran, og taki tí bert fram pjøssingina av Gamla skúla.

Býráðið hevur prioriterað, og fremst í prioriteringunum liggja:
1) Okurskeyp frá Borg,
2) fótbóltshøll og
3) fleiri túsund tons av gróti.

Verðuliga tilfeingi má bíða longur afturi í raðfestingunum.

Eitt lítið sindur av søgu fyrst:

Barnaskúlin:1. flokkur – 7. flokkur húsast í gamla skúla.  Hesin bygningur er bygdur í 1936 og hevur timburgólv. Fleiri eru pjøssingarnar, sum gjørdar eru upp gjøgnum árini, og harvið sera nógvur peningur svansaður burtur í fyribylsloysnum.
Størsta  mistakið bleiv gjørt fyrst í 90unum, tá ið skúlin innan varð lappaður við gipsi frá kjallara til ovastu hædd, ein íløga sum harðliga varð átalað áv: skúlastýri, leiðslu og lærarum, men pjøssingin bleiv trumfað ígjøgnum, vit fingu sama sera vánaliga bygning, sum øll vóru og eru misnøgd við. Ljóðviðurskiftini eru undir allan kritikk.

Bygningurin, er klárt vánaligasti barnaskúli á Føroya landi,

hann er óbrúkiligur til ein barnaskúla ár 2008, líka mikið um svampur er ella ikki.

Langtíðarætlanin, fyri skúlabygging, sum stungin varð út í kortið fyri 10 árum síðani er løgd á ís. Fyrsta stigi bleiv tíbetur veruleiki, áðrenn sitandi býráð skeyt ætlanina í kav.

Gud hjálpi tú mær, um ikki enn ein pjøssing er á veg. Tað ljóðar, at tað er ein íløga fyri eina hálva millión. Hetta er enn einaferð at tveita skattaborgarans pening út gjøgnum vindeygað. Lærararnir og tey foreldur sum ynskja børnum sínum gott í beinið, ynskja hesa ætlan hagar piparið grør.

Um seriøsar  ætlanir fyri einum framtíðar barnaskúla lógu á borðinum, og ikki bert vóru nýttar sum veggjapríði, so kundu øll liva undir verandi umstøðum í nøkur fá ár,  við hjálp frá hølum uttan fyri skúlan. Pjøssingarpeningurin kundi tá verið nýttur meira skilagott.

Henda pjøssing kemur enn einaferð, at útseta tí verðuligu loysnina fleiri 10 ár  fram í tíðina.

Við hesi loysn sum góðtikin er, fáa vit:
1)
Eina óvirðiliga loysn hjá næmingunum,
2)
ónøgdar lærarar
3)
ónøgd foreldur og
4) vit koma framvegis at hava ein vánaligan bygning við timburgólvi.
5) peningur verður svansaður burtur.

NB:Tað skulu meira enn 500.000,- kr. til, um hann ikki framvegis skal verða skýrdur vánaligasti barnaskúli á Føroya landi.

Allar  fyribylsloysnirnar sum framdar vóru í 80unum og 90unum eiga skyldina fyri, at skúlaviðurskiftini her í býnum so langt frá lúka tíðarinnar krøv.

Her má sigast, at pinkulingahugsjónir seta karmarnar.
_________________________________________________________

Í juni mánaða fyri einum árið síðani hevði eg eitt skriv i bløðunum og á hesari síðuni.
Tað var viðvíkjandi soppamálinum í Tórshavnar kommunuskúla.

 

[23.05.2008 – Jóhan Heri Joensen]