Online casino i Danmark – en guide til trygge valg

Når du leder efter et godt online casino, er der flere ting, der er værd at overveje. En attraktiv casino bonus kan give ekstra spiloplevelse fra starten, mens et casino med hurtig udbetaling sikrer, at gevinsterne ikke skal vente længe. Mange spillere foretrækker også et casino med lav indbetaling, så man kan komme i gang uden at binde store beløb. Samtidig er det for nogle vigtigt at finde et casino uden mitid eller et casino uden rofus, hvis man ønsker mere fleksible rammer.

For at få mest muligt ud af spiloplevelsen kan gratis spins være en god måde at teste nye spil på, og et live casino danmark giver mulighed for at spille mod rigtige dealere i realtid. Der kommer løbende nye casinoer til markedet, og hvis du især går efter klassiske spil, kan du finde spillemaskiner online hos mange udbydere. Ønsker du at indbetale med kort, kan et visa casino være en praktisk og velkendt løsning.

Olja

Faroe Bunkers er nú farið at veita olju út av nýggju goymsluni. Í dag kom 190 metur langa bulk skipið Utviken og bunkraði

Utviken er helst størsta skip sum hevur verið at bryggju í Fuglafirði. Skipið er 190 metur langt og 1800 brutto tons. Skipið  varð á veg úr Íslandi og leiðin gekk til Hollands, á vegnum legði tað inn í Fuglafirði at bunkra tungolju. Á hesum sinni vóru 100 tons av olju pumpað umborð á skipið.  Utviken er eitt bulk skip. Bulk skip føra fyri tað mesta leysa vøru so sum málm og korn. Utviken hevði vist verið í Íslandi við málmi til verksmiðjurnar, og var nú á veg niður aftur á meginlandið við tómari last.

Eitt so langt skip má nýta olju og tunnilsbryggjuna sum atløgupláss.

Steffen, sum hevur verið við til at seta annleggið upp, eftirkannar og rættar  her uppá barnasjúkurnar í annlegginum.
Undir  veitingini verða prøvar tiknir fyri at kanna rættað blandingslutfallið. Møguleiki er at veita 200 tons av tungolju um tíman. Tað veldst um  hvørjumegin 4 gradir vestur siglt verður. Vestanfyri 4 gradir er loyvt at hava meira svávul í blandingini og tískil eina bíligari olju.

Sjálvt  um oljuveitingin nú er komin upp at koyra, so er tó ymiskt eftir at gera á økinum. Her verður økið niðan til tangarnar planerað.

Seinni um kvøldið kom annað stóra skipið Taokas Wisdom til bryggju og bunkraði tað eisini 100 tons av olju.

 

[20.08.2008 – Jóhan Heri Joensen]