Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Ítróttur

Heilsurenning

Lagt út av tann 10/05/2009 – 12:54

Leygardagin 9. mai varð skipa fyri eini heilsurenning í Fuglafirði.

Eftir  at fyrireikararnir og Hans Pauli Strøm høvdu sagt nøkur orð varð skipað fyri renningini. Byrjað varð við  Mentanarhúsið og rennast kundu tveir ymiskir teinar, ávikavist 2,5 og knappar 5 kilometrar

Øll kundu verða við til renningina, bæði tey sum eru von at renna, og tey, ið ikki eru tað Eisini bar til at ganga teinarnar.

Hóast veðrið varð nakað sjaskut, so møtti tó nógv fólk upp. Við í tiltakinum vóru umleið 200 luttakarar – eldri so væl sum ung.

Summi løgdu alla orku í, og runnu so skjótt sum kondiin loyvdi. Onnur gingu teinin, og fingu ein góðan túr úti í frísku føroysku várluftini.

Dagurin er ein rørðsludagur – kappingin kemur í aðru røð.
Táið  tann teinur, ein hevði sett sær fyri henda dag, varð rokkin, antin rennandi ella til gongu, kundi heit høvdasúpan keypast inni í Mentanarhúsinum.

Fleiri av luttakarunum søgdu, at hetta var fyri tey ein sera góður dagur.

 

[10.05.2009 – Jóhan Heri Joensen]