Ein heilsan frá Geson

Ofta  fáa vit takkarskriv og heilsanir frá fólki uttan úr heimi. Ein av hesum heilsanum kom nú ein dagin frá einum persóni sum nevnir seg Geson.

Henda heilsan varð til allar fuglfirðingar. Í fyrsta umfari, so kennast flest okkara ikki við nakran við hesum navni.

Men siga vit Ronny Gunnarson, so kenna flest øll mannin. Ronny  Gunnarson  var venjari hjá ÍF í 3 ár  – Nov 1978 – Nov 1981, og førdi liðið uppá tindin. Higartil hevur eingin annar venjari gjørt honum bragdið eftir — men vit fáa at síggja, eitt nýtt kappingarár stendur fyri durum.

Ronny var í Føroyum í 3 ár, fyri  30 árum síðani. Í dag er Ronny búsettur í Porsgrunn í suður Noregi, og arbeiðir framvegis sum venjari.

Eg  velji at endurgeva skrivið uttan rættingar. Royndin at skriva føroyskt, er ein “scharma” í sær sjálvum. Vit eiga at leggja okkum í geyma at tað eru 30 ár  gingin, og hann var bert í Føroyum í 3 ár.

_______________________________________________________________________

Hey allir Fuglfiringar !

Eig vil eg ynskja øll eini eitt godt nýttár Hetta er ein fín heimasíða sum ein vennir sende til meg…

-Vaer  stolt ! Jeg skilji førisisk virkiliga godt, men eig skriver ikke perfekt. Eig vaer Venjare hja I`F mellom Nov. 1978 – Nov 1981 og vi ble Føroyameistare og jeg blev Venjare i FSF 1980.

Eig gløymer aldrig mi tid i Føroya. Eig hadde gjester fra TV og de største avisen i Norden – når jeg budi på Føroya.

Eig arbeider med Internationell Fodbold og er idag velkjent i heile Europa og min heimasíða  www.hat-trick.no  er velbesøkt de siste årene.

Men jeg gløymer aldrig min tid i Fuglafjord tilsammens med med familie.

Heilsan

Geson

Venjare hja I`F mellom Nov. 1978 – Nov 1981

____________________________________________________________________________

Geson:
Vit vilja, vegna allar fuglfirðingar, siga tær takk fyri heilsanina, og ynskja tær  alt tað besta í framtíðini.

Heilsan

fuglfirðingar

 

[31.01.2010 – Jóhan Heri Joensen]