Løkke avlýsir Grønlandsferð

Avlýsingin fær politiskar eygleiðarar at gita, at forsætisráðharrin fer at skriva út val fyrsta dagin

Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, hevur avlýst eina almenna vitjan í Grønlandi í næstu viku, og tað fær politiskar eygleiðarar at gita, at forsætisráðharrin fer at útskriva fólkatingsval í næstum.

Alment verður sagt, at vitjanin er avlýst, orsakað av skuldarkreppuni í heiminum og tí stjórnin hevur so nógv at gera. Vitjanin í Grønlandi hevur annars verið fyrireikað í eitt ár.
23, august verður fíggjarlógin løgd fram, og sambært Ritzau er tað óheppið, um Lars Løkke Rasmussen er staddur í Grønlandi, tá uppskotið verður lagt fram.
Umframt fíggjarlógaruppskotið, sum Claus Hjort Frederiksen, fíggjarmálaráðharri, fer at leggja fram, verður gitt, at forsætisráðharrin henda dagin fer at kunngera eina vakstrarætlan, sum skal stimbra búskapin.
23. august er sostatt eitt gott høvi hjá forsætisráðharranum at skriva út val, siga eygleiðarar á Christiansborg, sambært Ritzau