Herbjørg ein rokbátur

Tað var tann tíð at báturin Herbjørg lá í bátahylinum í Fuglafirði, fleiri vóru hugnatúrarnir út í Djúpuni, á reyðfiskaleið. Hann hevði fiskiloyvi sum flestu bátarnir, men at hann skuldi koma at ognað sær bróðurpartin av fiskatilfanginum á Føroya grunnum, hevði eingin kunna hugsað sær. – Men mangt er undarligt í hesi verð.

_____________________________________________

Glastrevjabáturin Herbjørg fekk ikki brúkt felagskvotuna á 4000 tons til 0,25  oyru kilo, tí hana fekk hann hvørki fiskað ella selt víðari, tí mátti  hann keypa góð 14000 tons á uppboðssøluni fyri fleiri tíggjutals milliónir.

Og aftur í dag, tá ið tey 6000 tonsini skuldu seljast á Fiskamarknaðinum, átti glastrevjabáturin Herbjørg hjá Fjord Fishing and Finance, hjá Ludvíki við Stein og Jerry Smart, størsta part av nøgdini.

Herbjørg keypti góð 4000 tons, Næraberg knapt 2000 tons, og Thor og Framherji hvør síni 5 tons.

Selt var í dag fyri 27,3 milliónir krónur og var miðalprísurin 4,56 kr. kilo.