Online casino i Danmark – en guide til trygge valg

Når du leder efter et godt online casino, er der flere ting, der er værd at overveje. En attraktiv casino bonus kan give ekstra spiloplevelse fra starten, mens et casino med hurtig udbetaling sikrer, at gevinsterne ikke skal vente længe. Mange spillere foretrækker også et casino med lav indbetaling, så man kan komme i gang uden at binde store beløb. Samtidig er det for nogle vigtigt at finde et casino uden mitid eller et casino uden rofus, hvis man ønsker mere fleksible rammer.

For at få mest muligt ud af spiloplevelsen kan gratis spins være en god måde at teste nye spil på, og et live casino danmark giver mulighed for at spille mod rigtige dealere i realtid. Der kommer løbende nye casinoer til markedet, og hvis du især går efter klassiske spil, kan du finde spillemaskiner online hos mange udbydere. Ønsker du at indbetale med kort, kan et visa casino være en praktisk og velkendt løsning.

Summarstevna Tjóðveldis á Selatrað 27. august

Summarstevnan verður 27. august 2011, har fólk úr øllum landinum fara at hittast. So nú kunnu øll gleða seg, stór sum smá.

Ásannandi, at tjóðveldinum røkka vit bert millum manna og ikki við tingborðið eina, fara vit at seta øllum tjóðveldis áhugaðum stevnu, bæði úr bygd og bý at hittast til gaman og álvara.

Stevnan verður á Selatrað leygardagin 27. august 2011. Stevnuarmband kostar bert 30 kr. – børn ókeypis – øll tiltøk á skránni eru ókeypis
…
Á stevnuni verða nógv tiltøk – fyri ung, børn og vaksin – so har verða góðar umstøður til ein hugnaligan dag við politiskum íblástri.

Á Selatrað eru tær bestu kringumstøður, hugsast kann. Høvi verður at njóta náttúruna, fara ein túr í kano, vitja viðarlundina ella kirkjuna.

Matur og drekka fáast til keyps, eins og pylsur og breyð til felagsgrillina. Til ber eisini at hava við sjálvið.

Góðir møguleikar at gista:

Tjalding: 100 kr. fyri vanligt tjald ella Song í Lonini: 150 fyri eitt vaksið fólk

Gott hugskot at biðja seingjarpláss frammanundan: Tlf. 588866 og 592424

Morgunmatur verður sunnumorgun

Mótvegis gjaldi ber til at rógva í árabáti og kano ella ríða á føroyskum rossum

Við ynskjum um eina góða stevnu,

Fyrireikararnir

SKRÁ

8.30-10.00 Morgunmatur

10.00 Stevnan verður sett

10.30 Fyrsta røða á røðarahorninum – síðan er orðið frítt, og m.a. sleppa ung valevni royna seg

10.30 Fótbóltskúli fyri børn

11.00 Rennikapping – 2 km og 5 km

13.00 Kappingar millum feløgini og Verkstaðir fyri børn

15.00 Um Tingsteinin

15.30 Grillin tendrar og Tónleikurin byrjar

16.00 Høvuðsrøða

18.30 Bálið tendrar – Bálhugni, har m.a. formaðurin heldur røðu

20.00 Gestarøða – Vinnarar av kappingum

Vegna fyrireikararnar

Óluva, Hanus, Gunnhild, Lone og Bergtóra