Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Náttúran

Friðurin úti!

Lagt út av tann 05/11/2006 – 10:45

Fyri júst ári síðani møttu vit hesum veiðimanninum, sum er ímyndin av árstíðini.

Fyri júst einum ári  síðani, fóru vit tríggir, Ole Hyrd-Hansen, Sigurd S. Poulsen og  undirritaði, túr niðan á Blábjørg. Vitandi um, at harutíð var, fekk  góðveðrið okkum ikki at setast aftur.Ikki  vóru vit gongumenn, so gott var at kunnu koyra fyrsta strekkið. Og  skjótt hoyrdu vit fyrstu skotini. Stutt eftir møttu vit einum sveittandi harumanni.Seteinbjørn  í Lambanum var tíðindafróður og gav sær stundir at greiða frá um  haruskjóting. Danin í fylginum hevði ikki áður sæð føroyska haru og  kendi sum so heldur ikki til haruskjóting.Veiðimaðurin  hevði fingið eina og sá tað sum sína ábyrgd at oysa burtur úr keldum  sínum. Úr taskuni tók hann haruna og vit sluppu at síggja fongin.

Tíð  var at fara víðari.  Gongumenn vóru vit ikki, og ofta sessaðust vit og  rindaðu møðina. Men fram kemur hann, ið hóvliga fer. Vit vóru komnir  niða á “lovaða landið” – Blábjørg. Ikki var neyðugt við nógvum orðum;  men eitt vóru vit ávbygdamenn einigir í: Konurnar vóru uppvaksnar í sera  vøkrum umhvørvi!!

 

[05.11.2006 – Kjartan Madsen]