Online casino i Danmark – en guide til trygge valg

Når du leder efter et godt online casino, er der flere ting, der er værd at overveje. En attraktiv casino bonus kan give ekstra spiloplevelse fra starten, mens et casino med hurtig udbetaling sikrer, at gevinsterne ikke skal vente længe. Mange spillere foretrækker også et casino med lav indbetaling, så man kan komme i gang uden at binde store beløb. Samtidig er det for nogle vigtigt at finde et casino uden mitid eller et casino uden rofus, hvis man ønsker mere fleksible rammer.

For at få mest muligt ud af spiloplevelsen kan gratis spins være en god måde at teste nye spil på, og et live casino danmark giver mulighed for at spille mod rigtige dealere i realtid. Der kommer løbende nye casinoer til markedet, og hvis du især går efter klassiske spil, kan du finde spillemaskiner online hos mange udbydere. Ønsker du at indbetale med kort, kan et visa casino være en praktisk og velkendt løsning.

Systkin venja svimjarar í Fuglafirði

Sonni  Eliasen og Karina Petersen, sum bæði hava røtur í Fuglafjarðar Svimjifelag, skulu leiða barndómsfelagið gjøgnum komandi kappingarár. Ein nýggjur svimjiskúli skal tryggja felagnum støðuga tilgongd og annars kveikja áhugan fyri svimjing í Fuglafirði.

Lokalar  kreftir skulu lyfta venjarauppgávuna í Fuglafjarðar Svimjifelag. Systkinini Sonni Eliasen og Karina Petersen taka við sum venjarar eftir Petur Heðin á Fløtti, sum gavst eftir farna kappingarár.

30 ára  gamli Sonni Eliasen hevur verið virkin í Fuglafjarðar Svimjifelag frá barnsbeini av, bæði sum svimjari og venjari. Hetta er tó fyrstu ferð at hann verður høvuðsvenjari hjá felagnum. At hjálpa sær hevur hann systur sína, 29 ára gomlu Karinu Petersen, sum í nógv ár var millum fremstu svimjarar í felagnum. Hon verður fyrst og fremst tekniskur venjari,
umframt at hon skal taka sær av næstbesta liðnum.

Svimjararnir hjá  Fuglafjarðar Svimjifelag venja nýggju ferðir um vikuna, harav fýra ferðir í 25 metra hylinum í Klaksvík. Í ár verður uppaftur størri dentur lagdur á styrkivenjingina. Felagið hevur gjørt avtalu við ÍF-kappróður, soleiðis at svimjararnir tríggjar ferðir um vikuna hava styrkivenjing í nýggja kappróðrarneystinum í bygdini.

Talan er um eitt rættuliga  ungt lið, har miðalaldurin er 12-13 ár. Elsti svimjari er 17 ára gamli Pauli Ø. Mohr, sum í summar umboðaði Føroyar á Oyggjaleikunum og EJM, umframt at hann skal umboða Føroyar til EM í desember. Av yngru svimjarunum í felagnum hevur 14 ára gamla Poula Ø. Mohr tryggjað sær luttøku til norðurlendsku junior meistarastevnuna, ið somuleiðis verður desember. Eisini eru fleiri av ungu svimjarnum umboðaðir á talent landsliðnum. Síðani farna kappingarár er Kári á Høvdanum fluttur til Ægir at svimja, meðan Hildur á Fløtti er farin til Danmarkar í skúla. Annars er hópurin tann sami.

Svimjiskúli skal kveikja  Fuglafjarðar  Svimjifelag hevur í summar tikið stig til ein svimjiskúla í bygdini, har børn niður í umleið seks ára aldur kunnu vera við. Endamálið er at kveikja áhugan fyri svimjing, umframt við tíðini at fáa fleiri  svimjarar við í felagið. Andrea Eldevig og Durita Eldevig Olsen, báðar lærarar við sergrein í svimjing, standa á odda fyri svimjiskúlanum, sum hevur fingið góða móttøku. Higartil eru umleið 30 børn við í svimjiskúlanum hjá Fuglafjarðar Svimjifelag. Okkurt um 50 til 60 svimjarar eru tilsamans í Fuglafjarðar Svimjifelag í løtuni.